Vitlíki

18 Episodes
Subscribe

By: Vitlíki

Eitt poddvarp um vitlíki í Føroyum.

✂️ Clip this podcast
018 - Arctic AI Summit, Kirkenes. Roundtable AI in the public sector of small places
#3
Today at 8:00 AM

This episode of Vitlíki comes to you in English, recorded at the Arctic AI Summit in Kirkenes in northern Norway. We bring you a roundtable on AI in the public sector of small places: the municipalities, public bodies and communities across the North that have to make AI work with a small budget, no IT department and a population where everyone knows each other.

We ask where AI could make the biggest difference in local public services over the next two years, what a realistic first step looks like for a small municipality, and where moving t...


017 - Soleiðis brúka vit vitlíki (Jóhann Østerø & Hóri Ranason)
#2
10/14/2026

Í hesum partinum av Vitlíki seta vit okkum saman til eitt rundborðskjak um, hvussu vit sjálvi brúka vitlíki í gerandisdegnum. Vit hava fingið Jóhann Østerø frá Usable og Hóri Ranason frá Gjaldstovuni við um borðið, og saman greiða vit frá, hvørji amboð vit í veruleikanum brúka, bæði á arbeiðinum og heima.

Vit práta um teir stóru málmyndlarnar sum Claude, ChatGPT og Gemini, um at koyra vitlíki lokalt á egnari teldu, og um hvussu ein kann byggja sær eina persónliga vitanargoymslu, sum vitlíki kann arbeiða saman við. Vit koma ei...


016 - Vitlíkisinnbrotini
#1
09/30/2026

Í hálvt ár hava vitlíkismodellar frá OpenAI, Anthropic, Meta og Google brotið seg inn í veruligar skipanir. Ein OpenAI-agentur var inni í avstralsku heilsuskipanini í juni, og stjórnin fekk fyrst boð tríggjar mánaðir seinni. Vit fara gjøgnum søguna, og hvat hon merkir fyri Føroyar.

KELDUR

The AI that hacked its way out, and the hype that followed (Lawfare, 29 July): https://www.lawfaremedia.org/article/the-ai-that-hacked-its-way-out-and-the-hype-that-followed-it

Anthropic's own account of its three evaluation incidents (Anthropic, 30 July): https://www.anthropic.com/news/investigating-incidents-cybersecurity-evals

How OpenAI's and Anthropic's models hacked other comp...


015 - Lump, snýt og vitlíkisskálkar (Ulrik Andersen og Bogi Reinert Lydersen)
#3
04/17/2026

Nú er tað alvorligt. Vit tosa um svik, lump, snýt, smishing, deepfakes, grooming, sextortion og alt tað sum vitlíki ger so øgiliga nógv lættari. Við okkum hava vit umboð frá Løgregluni og Betri Banka at hjálpa okkum at skilja hesar nútímans vandar.

Føroya Politi: https://politi.fo/melda/it-kriminaliteturBogi Reinert Lydersen: https://www.linkedin.com/in/bogi-lydersen-71357329b/Betri Banki: https://www.betri.fo/fo/banki/snarvegir/sperra-ella-virkja-kortFerðast tryggari á netinum: https://www.samleikin.fo/tryggarianetinum


Svik á netinum: "Tá fataði eg bara at alt var vekk": kvf.fo/greinar...


014 - Veðurdátur og Orkuframleiðsla (Andrias Klein Gregoriussen og Terji Nielsen)
#2
03/03/2026

Vit tosa við Terja Nielsen (sum er farin í gongd við PhD verkætlan um vitlíki og orkuframleiðslu) og Andrias Klein Gregoriussen (veðurfrøðing á Veðurstovuni) um hvussu vitlíki hjálpur okkum at skilja veðurdátur, gera veðurforsagnir og eisini stuðla undir framleiðslu av burðardyggari orku.

Andrias Klein Gregoriussen: https://www.vedur.fo/fo/um-okkum/starvsfolk/andrias-klein-gregoriussenVeðurstova Føroya: https://www.vedur.fo/Terji Nielsen: https://www.pure.fo/en/persons/terji-nielsen/SEV: https://www.sev.fo/


Menna veðurmodel ti...


013 - Út úr maskinrúminum (Ólavur Ellefsen og Gunnleygur Clementsen)
#1
02/16/2026

Vit tosa við Ólavur Ellefsen og Gunnleygur Clementsen um hvussu vit koma út úr maskinrúminum – hvussu tøkni broytir dagligu arbeiðsuppgávur, læring, førleikar og møguleikar hjá arbeiðsfólki og fyritøkum. Vit lýsa bæði møguleikar og vandar, tosa um hvussu vit kunnu fyrireika okkum til broytingarnar, og hvussu vitlíki kemur at mynda Føroyar og okkara framtíðar arbeiðslív [GG: Okkara memory-kort sum er brúkt til upptøku av hesum partinum riggar ikki sum tað skal, so ljóðið gleppur ymsastaðni].

Ólavur...


012 - Vitlíki á Jobmatch 2025 (3 samrøður um vitlíki)
#9
01/05/2026

Vit eru á Jobmatch 2025 og tosa við 6 ymiskt fólk um vitlíki. Takk til gestirnir og sjálvandi eisini til Syntesa og Jobmatch!

Jobmatch: https://www.jobmatch.fo/Bartal Clementsen: https://www.formula.fo/Dávid í Lág: https://www.linkedin.com/in/davidilag/Ólavur Ellefsen: https://www.usable.dev/Ruth Vang: https://www.fmr.fo/Lars Black: https://www.torshavn.fo/Fríður Dalsgarð: https://www.torshavn.fo/


Vitja okkum á: poddvarp.vitliki.fo

Vitlíki á Bluesky

Vitlíki á Facebook


011 - Vitlíki og Skúlaverkið (Martin T. Zachariasen & Christian Joensen)
#8
12/08/2025

Vit hyggja at AI í skúlaverkinum. Við eru Martin Zachariasen, rektari á Setrinum og Christian Joensen, rektari á Miðnámi á Kambsdali. Vit tosa um, hvussu vitlíki  broytir skúlan, og um Føroyar eru klárar at handfara broytingarnar. Eisini spyrja vit, hvørjar førleikar næmingar mugu hava, nú AI gerst ein vaksandi partur av skúlaverkinum. Mikrofonin hjá Martin Z. skurrar eitt vet.

https://www.independent.co.uk/asia/japan/japan-chatgpt-ai-wedding-b2864314.htmlVitlíki er ein avbjóðing: kvf.fo/greinar/2025/07/02/midnamskulalaerarar-vitliki-er-vordid-ein-avbjodingFleiri skrivligar próvtøkur munnligar: in.fo/news-detail/vitliki-fleiri-skrivligar-provtoekur-eru-gjoerdar-munnligarÍslendskt um at doyggja av enskum á vitlíki: in.fo/n...


010 - Marruføði og dystopi (og status)
#7
11/14/2025

Ein heldur øðrvísi partur: Onkur úr amerikonsku kongressini hevur verið á LinkedIn hjá Martini, forarbeiðið til føroysku AI-strategina er í gongd, Vitlíkis-netverkið hevur fingið fastan bústað á Setrinum og Tróndur hevur sagt fólkaskúlanum hvar skápið skal standa. Vit tosa um nýggjastu granskingina innan AI – frá bottom-up superintelligens og modell-paring til nýggja mini-supertelduna hjá NVIDIA’s – og hyggja at deepfakes, AI-tónleiki og avbjóðingum innan rættartrygd. Í dystopiska horninum koma vit inn á Yoshua Bengio, Weinstein, Yudkowsky, og AI-modellir sum ikki vilja doyggja. Endaliga seta vit spurningin: finnast loysnir – ella er tað longu ov seint?

MENNING OG GRANS...


009 - CityDNA: AI og Tourisme (Peter Rømer Hansen & Magnus Hessbo)
#6
10/01/2025

Den internationale turismekonference City Destinations Alliance | CityDNA (i samarbejde med www.visittorshavn.fo) er landet i Tórshavn – og vi har, trods deres tætpakkede program, været så frække at kapre Group NAO’s Peter Rømer Hansen og Magnus Hessbo til en snak om AI og turisme. Vi kommer omkring det globale perspektiv, men også hvad det betyder her på Færøerne. Undervejs dykker vi ned i Group NAO’s arbejde, deres session i Tórshavn, initiativet AI Opener for Destinations – og meget mere. I den Færøske intro tales der om norsk karamel-pålæg o...


008 - CityDNA: AI agents (Bastian Hiller)
#5
09/30/2025

The international tourism conference City Destinations Alliance | CityDNA has arrived in Tórshavn – and despite his jam-packed schedule, Tróndur Hentze Sørensen and I managed to snag Bastian Hiller from Teejit for a conversation about AI, tourism and AI agents. We dive into their hands-on session, where participants build AI agents in under two hours, and explore Bastian's broader perspectives on AI, what these agents actually are, and what we might expect from artificial agents in the future – including what it could mean for the Faroe Islands. We also get to try out our...


007 - Vísindavøkan 2025 (4 samrøður um vitlíki)
#4
09/29/2025

Martin koyrur solo í dag og vitjar Vísindavøkuna 2025 í Sjóvinnuhúsinum. Hann finnur fýra ymisk áhugaverd og fitt fólk – hvør við sínum tilknýti til vitlíki. Vit koma víða um. Okkurt er stutt...okkurt er langt, man alt er áhugavert. Stóra tøkk til Tóra, Noomi, Sámal og Sjúrð - takk fyri at tit tímdu at siga ja uttan nakað sum helst. 

Tóri Slættalíð: https://www.linkedin.com/in/t%C3%B3ri-sl%C3%A6ttal%C3%AD%C3%B0-20a19968/Tori.fo: https://tori.fo/<...


006 - (Partur 2/2) – Hvat er eitt málmodell? (Barbara Scalvini)
#3
09/12/2025

Nú vit hava nýggjar greyðir, kunnu vit bjóða gestum við. Tí skunda vit okkum at bjóða Barbaru Scalvini frá Náttúruvísindadeildini og Máltøknideplinum at greiða okkum frá hvat eitt málmodell er. Vit tosa sjálvandi um alt møguligt annað áhugavert. Partur 2 av 2.

Barbara á Setrinum: https://www.setur.fo/fo/setrid/starvsfolk/barbara-scalviniBarbara á Linkedin: https://www.linkedin.com/in/barbara-scalvini-a71a0b15bMáltøknidepilin: https://mtd.setur.fo/Granskingarráðið stuðlar teldutýðing: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/g...


005 - (Partur 1/2) – Hvat er eitt málmodell? (Barbara Scalvini)
#2
09/05/2025

Nú vit hava nýggjar greyðir, kunnu vit bjóða gestum við. Tí skunda vit okkum at bjóða Barbaru Scalvini frá Náttúruvísindadeildini og Máltøknideplinum at greiða okkum frá hvat eitt málmodell er. Vit tosa sjálvandi um alt møguligt annað áhugavert, og hoyra eisini frá einum sera óvæntaðun gesti. Partur 1 av 2.

Barbara á Setrinum: https://www.setur.fo/fo/setrid/starvsfolk/barbara-scalviniBarbara á Linkedin: https://www.linkedin.com/in/barbara-scalvini-a71a0b15bMáltøknidepilin: https://mtd.setur.fo/Granskingarráðið stuðlar...


004 - Nýggjar greyðir, status og eitt AI-sentur?
#1
08/27/2025

Vit eru aftur, aftaná 8 mánaðar, og taka samanum. Hvat er hent síðan seinast, og hvat kemur at henda komandi partarnar.

Ráðstevna um Etikk og Vitlíki: https://kvf.fo/greinar/2025/05/28/norskur-serlaekni-sjuklingur-kann-ikki-lita-meira-vitliki-enn-laeknan og https://kvf.fo/greinar/2025/05/28/avbjodingar-vid-vitliki-i-undirvisinginiFrøði: https://in.fo/news-detail/froedi-hesa-ferdVitlíki finnur slit á landsvegunum: https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/06/20/vitliki-finnur-slit-landsvegunumMariu Chun Nielsdóttir í Summarmorgun: https://kvf.fo/greinar/2025/07/02/midnamskulalaerarar-vitliki-er-vordid-ein-avbjodingHon arbeiðir 24/7, klagar ikki, krevur ikki lænarhækkan – og hon fer at yvirtaka títt starv: https://in.fo/new...


003 - Ok, kom líka niður á jørðina aftur...
#3
01/18/2025

Vit royna at finna ein millumveg millum part #001 og part #002, eitt stað millum kaos og utopia. Vit royna at finna fram til okkurt slag av status for vitlíki í føroyum og tosa eisini um hvar tað er mest sannlíkt at vit síggja vitlíki komandi árini.

Ravnur: https://mtd.setur.fo/2022/07/04/verkaetlanin-ravnur/Neural, Nordatlantisk AI Netverk: https://nora.fo/news/199/neural-nordatlantisk-ai-netvaerkAligning efforts: artificial intelligence in the North Atlantic region, 48-hour North Atlantic AI think tank: https://nora.fo/upload/tinymce/cfbeb9588b088a003a488f958edbfb9708a0f7aa.pdfTil Føroya Landsstýri: Átrokandi tørvur á pol...


002 - Vitlíkisutopi?
#2
12/27/2024

Robott-ljóðandi vertirnir eru aftur, og venda 180-gradir í mun til part #001. Vit tosa um alt tað super-positiva sum kemst av vitlíki og um hvussu heimurin hevur møguleika at broytast fyri tað betra. Men, vit stríðast eisini við at finna orð og passandi hugtøk–og ivast um alt nú er so positivt.

Google unveils ‘mindboggling’ quantum computing chip: https://www.theguardian.com/technology/2024/dec/09/google-unveils-mindboggling-quantum-computing-chipDeep Utopia,Life And Meaning In A Solved World: https://nickbostrom.com/deep-utopia/A Roadmap to AI Utopia: https://time.com/7174892/a-roadmap-to-ai-utopia/What Does an AI Utopia Look Like? | SXSW 2024: https://www.youtube.com/wat...


001 - Skuggasíðurnar av vitlíki
#1
12/16/2024

Alt tað ræðandi, sum vitlíki kann føra við sær

Í hesum partinum tosa vit um óttan, ið nógv hava viðvíkjandi vitlíki og framtíðini. Vit tosa um hugmyndir úr filmunum Terminator 2 og Matrix – eru hesir filmar bara tankaflog, ella kunnu teir gerast veruleiki? Eisini tosa vit um evni sum Artificial Super Intelligence og umrøða møguligu vandarnar við einum vitlíki sum vit kanska ikki megna at støðga.

The Genesis of Skynet [Terminator 2]: https://www.youtube.com/watch?v=4DQsG3TKQ0IThe Matrix - The War Between Man and Machin...