Hvat lærir orð Guds?

7 Episodes
Subscribe

By: Hvat lærir orð Guds?

Her verða talur at hoyra. Endamálið er, at fáa læru út til tey, sum ynskja at læra meir úr orðið Guds.

Stuttur vitnisburður - Jann Johannesen
#7
Today at 8:42 AM

Jann Johannesen hevur ein vitnisburð um sín Harra og Frelsara. Má Harrin signa orð Sítt.
Tikið upp í 2024 í bygdarhúsinum í Hósvík.


Vitnisburður - Áron á Roykheyggi
#6
Last Monday at 9:06 AM

Áron á Roykheyggi hevur ein vitnisburð um sítt lív, líka frá hann var heilt ungur til dagin í dag. Hoyr hann greiða frá sínum lívið. Hvat Harrin hevur gjørt fyri hann. Má Harrin signa henda vitnisburð.
Tikið upp í 2025 í Nerija, Skála, til ein mannfólkadag. 


4/4 Josva og fíggindin - Petur á Roykheyggi
#5
11/17/2025

Hetta er sísta tala um evnið "fíggindin". Hesuferð verður hendingin í Zakarias kap 3 tikin framm. Her stendur Satan sum klagari. Hvat er endamálið hjá fíggindanum tá ið hann klagar okkum fyri Gudi? Hvør er loysnin tá ið eg syndi? Og hvar er Gud í øllum hesum? Vónandi hava hesar talir verði til signing. Harrin signi orðið.
Tikið upp í samkomuni Malta, Hirtshals, í 2023.


3/4 Dávid og fíggindin - Petur á Roykheyggi
#4
11/10/2025

Í hesum partinum hyggja vit eftir einari hending í fyrru Krønikubók 21. Um tá ið Satan eggjar Dávid at gera ímóti vilja Guds. Hví ger Dávid ímóti Guds vilja? Hvat kunnu vit læra av hesum? Vónandi kunnu vit gerast meira klár yvir hendan vanda, og leggja okkum eftir at verða undirgivin Harranum. Má Harrin signa orðið. 
Tikið upp á Malta, Hirtshals, í 2023.


2/4 Eva og fíggindin - Petur á Roykheyggi
#3
11/01/2025

Røðin heldur á. Her er hendingin í 1. Mósebók 3. kap. í fokus. Hvussu freistaði ormurin Evu? Hvat gjørdi, at menniskjan fall? Hvat kunnu vit læra av hesum? Vónandi kann henda tala styrkja og uppbyggja. Petur á Roykheyggi talar. Má Harrin signa orðið.
Tikið upp á Malta, Hirtshals, í 2023.


1/4 Job og fíggindin - Petur á Roykheyggi
#2
10/28/2025

Hetta er fyrsta av fýra talum um evnið, sum kallast "fíggindin". Hvussu kunnu vit vita, at talan er um eitt andaligt álop? Hvat kunnu vit gera við álopið? Tað eru fleiri sløg av álopum á okkara andaliga lív, og í hesari røðini eru tað fýra hendingar úr gamla testamenti, sum verða tiknar fram. Petur á Roykheyggi talar. Má Harrin signa orðið. 
Tikið upp í samkomuni Malta, Hirtshals, í 2023.


Vælkomin
#1
10/27/2025

Vælkomin.