Vágavarpið
Jørgen Niclasen - Annar Partur

Annar partur av samr'ðuni við Jørgen Niclasen, har hann fortelur um landspolitikk og politikk í Vágum.
Jørgen Niclasen - 1 Partur

Jørgen Niclasen fortelur um ta politiska lívið her vestri fyrr í tíðini, um sínar royndir sum politikkari og mangt annað. Hetta er fyrsti partur.
Leivur Nattestad - Vatnverkið

Vit taka fyri givið at vatn er í kranunum, men soleiðis var ta ikki altíð. Ikki fyrr enn í 1972 komu teir fyrstu brunnarnir í Miðvági og hetta broytti søguna á oynni. Um vit ikki høvdu havt teir, høvdu vit ikki havt nakað ellisheim ella fiskavirkir.
Marjun Nattestad

Marjun Nattestad fortelur um lív sítt, um tíðina í Klakksvík, um hvussu ta var at verða mamma og at arbeiða fyrr í tíðini í Miðvági, og mangt annað.
Jón í Bø

Jón í Bø fortelur um Bíggjar søgu.
Thurid Olsen 5 partur - Endurminngar um Miðvág

5ti og seinasti partur av endurminningum um Miðvág áðrenn vit fara í holt aftur seinni.
Thurid Olsen 4 partur. Endurminningar um Miðvág

Thurid Olsen fortelur um hvussu ta var at ferðast fyrr í tíðini.
Thurid Olsen - 3 Partur. Endurminningar um Miðvág

Hetta er triði partur í røðini av sendingum við Thurid Olsen.
Thurid Olsen - 2 Partur. Endurminningar um Miðvág.

Annar partur í eini røð av sendingum við Thurid Olsen um ta farna bygdalívið fyrr í tíðini her vestri.
Thurid Olsen - 1 Partur. Endurminningar um Miðvág

Endiliga hoyrist ein kvinnurødd á Vágavarpinum! Thurid Olsen fortelur um bygdalívið í Miðvági. Hetta er fyrsti partur í eini røð av sendingum.
Sámal Vágalið

Sámal Vágalið, fótbóltslegendan úr Miðvági, fortelur um fótbóltin í heimbygdini og Føroyum fyrr í tíðini.
Sandavágs søga (endursending)

Sendingarnar við Jens Eli Ellefsen vóru so vælumtøktar, at eg gjørdi av at endursenda tríggjar gamlar sendingar, sum eg havi sett saman til eina langa sending. Heini F. Petersen fortelur um Sandavágs søgu.
Heini F. Petersen - Staðarnøvn í Sandavági

Heini F. Petersen fortelur um staðarnøvn í Sandavági og søguna handan nøvnini.
Høgni Nielsen - Staðarnøvn í Sørvági

Høgni Nielsen fortelur um staðarnøvn í Sørvági.
Jens Eli Ellefsen Annar Partur

Annar partur við Jens Eli Ellefsen. Hetta er ein gomul sending sum eg havi redigera umaftur.
Upptøka av fyrilestrinum hjá Elin Brimheim Heinesen um Jens Paula Heinesen

Tann 28nda novembur 2022 helt Elin Brimheim Heinesen ein fyrilestur um pápa sín Jens Paula Heinesen. Hon fortelur um pápa sín, syngur sangir, insperað av yrkingum hjá honum, og lesur úr skaldskapinum hjá honum. Upptøkan endar við einum felagssangi av hennara "Eitt dýpi av dýrari tíð".
Leivur Nattestad 2 partur

Leivur fortelur um eitt sindur um Mylluna og Jákup Joensen, Colonel Anderson og tí spennandi bjargingina við Bjarnoynni.
Jens Eli Ellefsen Fyrsta Sending

Eg havi redigerað ein av teimum fyrstu sendingunum sum eg gjørdi. Eg lurtaði eftir henni og helt at hon kundi gerast nógv betri við at klippa so nógv sum gjørligt av mínum ískoyti úr. Hetta er ein eykasending úr gomlum tilfarið hjá Vágavarpinum.
Leivur Nattestad

Leivur Nattestad fortelur um familjuna, gamla Miðvág, hvussu ta var undir krígnum og mangt annað.
Martin Nielsen - Televerkið í Vágum

Martin Nielsen fortelur um søguna hjá televerkinum í Vágum og tí stóru menningina frá tá ið hann byrjaði til nú á døgum.
Ingolf johannesen 6 partur

Tann síðsti parturin av samrøðuni við Ingolf Johannesen. Aftaná hendan partin fer VV á eina lítla summarferiu.
Ingolf Johannesen 5 partur

Ingolf fortelur um lærutíðina, um sína tíð á sjónum og mangt annað.
Ingolf Johannesen 4 partur

Í hesari sendingini fara vit aftur í tíðina. Ingolf fortelur m.a. um sín fyrsta túr til sjós og um Føroyahavnini í Grønlandi.
Ingolf Johannesen 3 partur

Í triðja parti av samrøðuni hoyra tit skemt, óhugna og spenning. Ein sera góð frásøgn frá Ingolfi.
Ingolf Johannesen 2 partur

Annar partur av samrøðuni við Ingolfi. Hesuferð fortelur hann um barnaárini og um Húsastovubrandin
Ingolf Johannesen 1 partur

Ingolf Johannesen fortelur um familju og ætt. Hetta er fyrsti partur av fleiri.
Jógvan Steintún 3 partur

Tann síðsti parturin av samrøðuni, sum eg hevði við Jógvan Steintún. Hesin parturin er eitt sindur longri.
Jógvan Steintún 2 Partur

Annar partur av samrøðuni við Jógvan Steintún. Jógvan fortelur m. a. um Lambastovuna og Kallabusuna.
Jógvan Steintún 1 Partur

Jógvan Steintún fortelur um sín barndóm, um pápan og ta stóra áarføri í ´63 í Sørvági. Næsti partur er longu upptikin.
Sune Jacobsen 3 partur

Triði og síðsti partur av samrøðuni við Suna Jacobsen
Sune Jacobsen 2 Partur

Annar partur av samrøðuni við Suna Jacobsen
Sune Jacobsen 1 partur

Sune Jacobsen fortelur um ætt, foreldur og kappróður í Sørvági.
Hans Hansen

Hans Hansen fortelur um sína lívsleið, Atlantic og mangt annað
Finnbogi Niclasen 2 partur 2 samrøða

Annar partur av samrøðuni, ið eg hevði við Finnboga Niclasen.
Faroese War Memorial - Vanessu Farmery and Zach Ellison

An interview with Vanessu Farmery and Zach Ellison about their project to commemorate the Faroese war effort. The Faroe Islands War Memorial Project is a non-profit organization created by like-minded individuals who have a passion for the Faroe Islands and their history. The interview was made in collaboration with radio.fo.
Finnbogi Niclasen 1 partur 1 samrøða

Fyrsti partur við Finnboga Niclasen, fyrrverandi stjóra á flogvøllinum.
Heini F. Petersen Slættanes 2 partur

Heini F. Petersen fortelur um Slættanes. Hetta er annar partur. Annars, so vil eg ynskja øllum eina góða Ólavsøku!
Jan Erik Simonsen Í Kjalarvørinum á Thunder

Jan Erik Simonsen fortelur um Thunder - gamla Vesturvón - og um myndasavnið á Facebook.
Slættanes 1 partur

Heini F. Petersen fortelur um Slættarnesar søgu. Hetta er fyrsti partur.
Beinta og Peter Arrheboe

Søgnin um Illu Beintu fortelur eina ósanna søgu. Lydia Laksafoss hevur funnið framm til sannleikan um Beintu.